

Upptakt // Topp 4 dystir í kvøld
Í Klaksvík kemur B36 á vitjan og í Gøtu dystast Víkingur og HB
Dystirnir í kvøld eru framskundaðir frá 16. umfari, vegna tað at hesi fýra liðini skulu út í Evropa at spæla fótbólt í summar. Tískil er lagt upp tíl sannar toppdystir í kvøld, tá KÍ - B36 og Víkingur - HB spæla. Nógv kann broytast á stigatalvuni eftir kvøldsins dystir.
KÍ liggur greitt á odda við fullum stigatali, 30 stig fyri 10 dystir. Seinast var KÍ á vitjan á Dungasandi farna vikuskifti, har klaksvíkingar vunnu 3-0. KÍ hevur tó havt trupulleikar av B36 fyrr í ár, tá B36 varpaði KÍ úr steypakappingini, og dagar seinni har KÍ við neyð og deyð vann landskappingardystin 3-2 við máli í yvirtíðini.
B36 er undan kvøldsins dystum nummar tvey í Betri Deildini, við 24 stigum. B36 hevur vunnið 8 og tapt 2 dystir. B36 var seinast á vitjan á Svangaskarði, har teir vunnu 1-0 á B68.
Bláa Bylgjan ger nógv burturúr, har tey skipa fyri andlitsmáling og upptakt annars frá kl. 18.00 í Bláustovu í KÍ Høllini. Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltakið, sum altso byrjar ein tíma undan dystarbyrjan. Dysturin í kvøld er millum nummar eitt og tvey, og kann tí vera sera avgerðandi fyri landskappingina í ár.
Dagfinn Forná dømir dystin í Klaksvík í kvøld.
Báðir stórdystirnir í kvøld verða bríkslaðir í gongd kl. 19.00.
Góðan dyst øll somul!