AVSPÆL
18. mai 2023
Jonas N. Nielsen

KÍ vitjan av UEFA Share Group

FSF er í hesum døgum vertur fyri UEFA Share Group, og týsdagin vitjaðu tey KÍ

Evni fyri hesa konferansu er hvussu mann fær gentir at byrja at leika fótbólt, og halda fast við at hesar gentir kunnu einaferð gerast leiðarar á liðnum - tað verið seg sum m.a venjari.

Tummas Lerving bjóðaði teimum vælkomnum, og vísti teimum umstøðurnar hjá KÍ. Seinni komu Ragna Patawary og Rannvá B. Andreasen at fortelja um teirra yrkisleið, hvussu kvinnufótbólturin var tá. Hvussu tað eisini var at koma í Champions League fyrstu ferð, og eisini um Guiness Rekordina sum varð sett við 17 meistaraheitum í slag.

Sanna Svarvadal og Birita Ryan fortaldu um menningina ið hevur verið í felagnum tey seinnu árini, har tað er blivi meiri professionelt rundanum kvinnuliðið.

Jonas N. Nielsen greiddi eisini frá, hvussu vit í KÍ eru farin frá 39 gentum í aldrunum frá 4-16 ár, eru komin uppá 122 gentir ið leika við KÍ. 

Til seinast var venjing við øllum gentum frá U13 og niður til bóltur og rørsla, soleiðis at gestirnir kundu síggja okkara ætlanir og struktur í praksis.

Tey vitjandi vóru frá:
Andorra, Kroatien, England, Ungarn, Italien, Luxembourg, Moldova, Holland, Nordirland, Sverige og Schweiz