

Klassamunur í Gundadali
Hóast fortreytirnar vóru heldur øðrvísi, vísti KÍ framúr dygdir, har avloysarin í málinum, Geza Turi, ongantíð hevði tørv á at gera eina veruliga bjarging.
9 dystir - 9 sigrar. Útivallarsigurin ímóti HB ger, at vit eru sjey stig frammanfyri nærmastu kappingarneytunum.
KÍ hevði fult tamarhald á HB liðnum í dag, sum ikki skapti ein veruligan málmøguleika.
Framúr arbeiðisinnsatsur enn einaferð frá øllum. KÍ legði seg á odda, við málið frá Páll Klettskarð, eftir eitt hornaspark.
KÍ var nærri at leggja seg framum 0-2, tá ið Mads Mikkelsen kom púra leysur ímóti HB málverjanum, sum stórbjargaði.
HB hevði eitt kjans í dystinum, men teir megnaðu ikki at raka málið.
Vit hava ikki gjørt tað áður, men vit velja, eftir umstøðunum, at geva Geza Turi sum dagsins leikara!