AVSPÆL
13. mai 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Oddabrak í Gundadali

Sunnudagin vitjar KÍ arvafíggindan og nærmasta kappingarneytan, HB, í Gundadali

Tað verður eitt brak í Gundadali, tá ársins fyrsti klassikari er á skránni. KÍ á fyrsta plássi við 24 stigum og HB á næsta plássi við 20 stigum. Hetta 9. umfarið kann gerast avgerandi fyri kappingina, tí vinnur KÍ so slítur KÍ seg leysan frá hinum liðunum. Men Vinnur HB hinvegin, so hála teir seg upp á liðini á KÍ og so verður spenningur aftur í oddinum í landskappingini.

KÍ hevur enn fult stigatal har teir fyrstu 8 dystirnir eru endaðir við 8 KÍ sigrum. Málúrtøkan hjá KÍ er 24-4. Hetta 9. umfarið er eisini tað umfarið, sum ger at øll liðini hava leikt ein dyst móti øllum. KÍ manglar sostatt einans HB, fyri at hava vunnið á øllum liðum í fyrsta triðingi í Betri Deildini 2023.

HB hevur víst styrki í seinastuni, og eru tað fleiri sum vænta at hetta verður dysturin, har KÍ tapir sín fyrsta dyst í skjótt 2 ár. HB hevur eins og KÍ leikt 8 dystir, harav 6 sigrar og 2 javnleikir. HB spældi heldur óvæntað ein málleysan javnleik móti TB og hava eisini spælt ein javnleik móti Víkingi.

HB hevur bara einaferð vunnið á KÍ síðan 2019, tað var á heysti 2021 nakrar dagar eftir at KÍ vann FM heitið. Hetta var einasti dystur, sum KÍ tapti í landskappingini 2021, og KÍ hevur ongan dyst tapt síðan tá. Tann dystin vann HB 2-1 á heimavølli.

Televarpið leggur upp til, at hetta er dysturin millum Tórshavn og Klaksvík. Televarpið ger nógv burturúr dystinum og byrjar longu at senda upptakt frá kl. 14.30, ein hálvan tíma undan dystarbyrjan. Eisini sendir Televarpið niðurtakt eftir stórdystin í Gundadali.

FM1 hevur somuleiðis upptakt frá kl. 14.30.

Lagt er upp til eitt satt fótbóltsbrak, sum Alex Troleis bríkslar í gongd kl. 15.00 sunnudagin.

Góðan dyst øll somul!