

11. mai 2023
Jonas heldur fram
Vit fegnast um at kunngera at okkara dugnaligi akademistjóri hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.
Jonas N. Nielsen kom til felagið tíðliga í fjørð, og hevur hann síðani tá staðið á odda fyri akademinum hjá KÍ. Jonas hevur verið við til at ment ungdómsfótbóltin og trivnaðin í felagnum og tað eru vit sjálvandi sera fegin um og takksom fyri.
Í gjár undirskrivaði Jonas N. Nielsen ein 3-ára sáttmála við felagið.
"Vit fegnast um alt arbeiði, ið Jonas hevur lagt í felagið higartil og gleðast yvir at arbeiði heldur fram." sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.