AVSPÆL
06. mai 2023
Regin Sivertsen

Hart arbeiðið gav okkum trý stig

Innsatsurin hjá okkara monnum var framúr í dag, eftir at vit sigraðu ímóti einum tendraðum ÍF liðið, sum gav KÍ trupulleikar í dystinum.

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst við Djúpumýru í kvøld. KÍ tók ímóti ÍF - og serliga minnast vit aftur á, at tað var trupult at bróta fuglfirðingarnar niður seinast vit møttust í Klaksvík, tá KÍ varpaði ÍF úr steypakappingini í fjør. Og tað skuldi vísa seg, at vit møttu einum hart arbeiðandi ÍF liðið, sum var tendrað frá byrjan, og ikki góvu seg í nærdystum.

Ongin ivi var tó um, at KÍ var tað betra liðið, men tað tøktist tungt - tí vit skuldu bíða leingi eftir málinum. Serliga innskiftingarnar av René og Árna gjørdist avgerandi, tá ið teir báðir vóru við til at skapa málið, har síðstnevndi setti bóltin hegnisliga í netið við høgra fóti, eftir eina fríspæling úr høgru. 

Serliga stuttligt var aftanfyri málið í nýggja skýlinum, har KÍ ungdómur trummaðu ótroyttiliga og koyrdu á leikarnar. Í stuttari viðmerking sigur KÍ liðskiparin, Jákup B. Andreasen, at "tað var ótrúliga stuttligt at merkja stuðulin frá øllum rundanum vøllin, og serliga frá óføru KÍ ungdóminum"

Tað stóð tó nógv tá, tá ið ÍF helt at teir høvdu javnað ímóti dystarenda, men tíbetur veittraði hjálpardómarin fyri rangstøðu. 

Samanumtikið kann sigast, at okkara menn mátti stríðast fyri at fáa sigurin heim, og at tað merktist ein lætti, tá ið dómari bríkslaði fyri seinastu ferð. Men hesi trý stigini taka vit við okkum inn til næsta dyst, tá ið leiðin gongur til Gundadal, har HB bíðar.

Takk fyri framúr stuðulin í dag, og vónandi síggjast vit á Gundadali komandi vikuskiftið.

Mynd: nordlysid.fo