AVSPÆL
06. mai 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Uppflytarin vitjar í kvøld

ÍF koma stutta teinin úr Fuglafirði til Klaksvíkar, tá teir vitja við Djúpumýru í kvøld

KÍ vann seinast í Gundadali 3-2 á B36, har innskiftarin Jonn Johannesen skoraði í yvirtíðini. Jonn bleiv skaddur stutt fyri sigursmálið, men enn vita vit ikki hvussu umfatandi skaðin er.

Klaksvíkingar liggja á odda í Betri Deildini við 21 útav 21 stigum. Málúrtøkan er 23-4. 10 av teimum málunum hevur okkara glóðheiti málrevur, Páll A. Klettskarð, skorað, og er hann toppskjútti í Betri Deildini.

Vit skulu 7 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta dyst, har ÍF vann stig ímóti KÍ. Síðan tá hava liðini leikt 15 dystir sína millum, sum allir eru endaðir við KÍ sigri.

ÍF hevur tikið flestu serfrøðingar á bóli, sum undan dagsins dysti liggja nummar 5 við 9 stigum. Ein dyst færri enn hini liðini sum spældu í gjár. Flestu serfrøðingar væntaðu at fuglfirðingar fóru at fáa tað trupult í ár, og komu at kappast kring niðurflytingarstrikuna. Hetta hevur ÍF mótprógva, tí eftir 8 umfør liggja teir sum áður nevnt nummar 5, sum eisini verður rópt "best of the rest". Tað eru einans KÍ, HB, B36 og Víkingur sum liggja omanfyri á stigatalvuni.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, sum Dagfinn Forná bríkslar í gongd kl. 18.00 í kvøld.

Góðan dyst øll somul!