AVSPÆL
30. apr 2023
Regin Sivertsen

Sigraðu í yvirtíðini!

Jonn Johannessen gjørdist dagsins hetja, tá ið hann, langt inni í yvirtíðina, tryggjaðu okkum tey trý stigini.

Toppurin í føroyskum fótbólti hittist á ovara vølli í Gundadali. Teir bláu og hvítu úr Klaksvík høvdu eitt tap at hevna, eftir at B36 vann fyri góðari viku síðani.

Páll Klettskarð er glóðheitur, og legði KÍ framum 0-1, tá ið hann eftir eitt innlegg úr vinstru, hegnisliga snýtti seg framum B36 verjuleikaranum, sum bert kundi hyggja at ímeðan Páll stýrdi bóltinum í netið.

B36 svaraði tó aftur, eftir at eitt hornaspark endaði við einum málið frá Magnusi Egilsyni. Men tíbetur var Páll Klettskarð ikki liðugur við málskjótingina, tá ið Mads B. Mikkelsen snýtti B36 verjuna, og spældi inn til Páll, sum úr stuttari frástøðu legði KÍ aftur framum.

Hálvleiksstøðan var 1-2 til okkum.

B36 kom á javnt beinanvegin í seinna hálvleiki, eftir eitt langt innkast úr vinstru, har Michal Przybylski javnaði til 2-2. 

Dysturin bylgjaði aftur og fram, men B36 hótti ongantíð KÍ málið. Mest sum mann væntaði at dysturin fór at enda við javnleiki, fekk Jonn Johannessen bóltin úr vinstru síðu. Hann bjóðar av ímóti B36 verjuleikarunum, og júst sum vit kenna Jonn, so snýtir hann verjuleikaran, og sendir KÍ á sigurskós við einum flottum málið til 2-3 til KÍ. 

Myndina eigur nordlysid.fo