AVSPÆL
30. apr 2023
Súni Clementsen

Upptakt // KÍ fær møguleika at svara B36 aftur í dagsins oddabraki

Eftir ársins fyrsta tap fyri viku síðan, kann KÍ longu svara aftur í landskappingini í dag, tá KÍ aftur vitjar B36 í Gundadali

Seinasta vikuskifti varð fyrsta umfar í steypakappingini leikt. Tá vann B36 2-0 á KÍ í Gundadali. Síðan reisti KÍ seg á Svangaskarði mikukvøldið og vann ein trivaligan 5-0 sigur á B68. Longu nú kann KÍ so svara B36 aftur, tá dystast skal um 3 stig í landskappingini.

KÍ liggur á odda í Betri Deildini, við 6 sigrum í 6 dystum. Í hølunum er B36 við 5 sigrum og eitt tap í 6 dystum. Hetta 7. umfarið sum skal leikast í dag, er tí avgerandi fyri hvussu toppurin sær út. Spurningurin er um KÍ skal slíta seg frá hinum liðunum ella um B36 skal hála seg upp til KÍ á stigatalvuni. Dagsins fyritreytir minna ikki sørt um landskappingina í 2019, tá KÍ og B36 kappaðust um FM til tað allar síðsta.

B36 leikti somuleiðis landskappingardyst mikukvøldið, har teir vunnu 2-1 á Eiði. Taufee Skandari fekk reytt kort og er tí leikbannaður til toppdystin í dag.

Lagt er upp til eitt oddabrak har nummar eitt og tvey í kappingini møtast. Kári á Høvdanum skal leiða dystin og hann bríkslar fyri fyrstu ferð kl. 14.00 í dag.

Góðan dyst øll somul!