AVSPÆL
26. apr 2023
Súni Clementsen

Upptakt // KÍ skal reisa seg

KÍ skal á vitjan á Svangaskarði í kvøld, har B68 tekur ímóti

KÍ skal á vøllin aftur í landskappingini, hesaferð í 3. umfari, sum upprunaliga varð útsett vegna veður. Mótstøðuliðið er B68, sum tekur ímóti á Svangaskarði í kvøld.

KÍ hevur havt eina sera góða byrjan uppá landskappingina, har KÍ hevur vunnið fulla úrtøku við 15 stigum. Seinast skuldi KÍ royna seg í steypakappingini í Gundadali, har B36 tók ímóti. Hetta endaði við at KÍ enn einaferð varð útsligið í fyrsta umfari í steypakappingini. Nú er fult fokus á Betri Deildina, fram til í summar tá vit skulu luttaka í evropeisku stórkappingini Champions League.


B68 byrjaði kappingarárið í Gundadali, har HB vann dystin 4-1. Síðan tá er tað blivið til tríggjar javnleikir og eitt tap í landskappingini. Hetta merkir at B68 liggur í løtuni nummar 9 við 3 stigum. Flestu serfrøðingar vænta at B68 verður á miðtabellini, og verður tí ikki í niðurflytingarvanda tá vit telja stigini saman við kappingarenda, í so máta hevur B68 ikki byrjað landskappingina væl í ár. Toftamenn hava tó styrkt seg væl í vetur, við bæði leikarum frá niðurflutta NSÍ og B36 v.m. Navnframir menn sum Tórður Thomsen og Alex Mellemgaard hava nú sína dagligu gongd á Svangaskarði.


Vit skulu aftur til 2014 fyri at finna seinastu ferð at B68 hevur vunnið stig ímóti KÍ. Siðan tá hava liðini leikt 9 dystir, sum allir eru endaðir við KÍ sigri. Málmunurin hesir seinastu 9 dystirnir er 40-1 til KÍ. Hetta eina málið hjá B68 skoraðu teir í 2016, sostatt eru 7 ár liðin síðan B68 skoraði mál ímóti KÍ í bestu deildini. B68 var tó ikki partur av bestu deildini í árunum 2017-2020.


Har býr tó nógv í unga og svanga B68 hópinum hjá Jákup á Borg. Hagtølini verða sett til viks, nú ein nýggjur og spennandi dystur skal spælast, sum Dagfinn Forná bríkslar í gongd í kvøld kl. 18.00.


Góðan dyst øll somul!