AVSPÆL
26. apr 2023

Rannvá B. Andreasen x 700+!

Hetta verður neyvan tikið - vit tora at leggja høvdið á blokkin, og siga at hetta málmetið fer at standa eftir sum ein varði í føroyskum fótbólti.

Sum fjúrtan-ára gomul, fekk Rannvá sín fyrsta dyst á besta kvinnuliðnum hjá KÍ -  í 1995. Síðani tá, eru tað blivnir til 587 dystir, og heili 702 mál.

Í gjárkvøldi, undan dystinum ímóti ÍF, hevði Rannvá skorað 698 mál fyri felagið. Eftir 22 minuttir, hevði Rannvá skorað tvey mál, og kundi harvið hátíðarhalda at endiliga hevði hon rundað 700 mál fyri felagið. Hon fekk tvey mál afturat eftir hetta. 

Vit ynskja Rannvá hjartaliga til lukku við flottu avrikunum, og takka fyri at hon hevur verið okkum ein trúfastur leikari hjá KÍ. 

 

Mynd: Nordlysid.fo