

Varpaðir út úr steypakappingini
Lagt var upp til stórdyst, tá ið KÍ vitjaði B36 í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Hendan kappingin gjørdist stutt, fyri okkara viðkomandi, tí B36 vann dystin 2-0
Vit høvdu okkurt at hevna, tí eftir tapið í steypafinaluni í fjør, var eingin ivi um, at vit ætlaðu okkum aftur í steypafinaluna - og vinna hana!
KÍ fekk ongantíð reiðiliga spælið at koyra, og hóast leikliga yvirvág í partum av dystinum, so eydnaðist tað okkum ongantíð at fáa bóltin í netið. Tvær ferðir var bólturin á stong- og yvirleggjara men inn vildi bólturin ikki í dag.
Tað tykist sum, at vit alt ov ofta verða fangaðir í umstillingum, og í dag blivu vit straffaðir uppá hetta.
Hóast tað ikki bar til sigur í dag, so mugu vit bretta upp ermar - og hyggja frameftir. Næst á skránni er B68 á Svangaskarði. Takk fyri stuðulin í dag, og koyr á KÍ.
Mynd: Sverri Egholm, portal.fo.