AVSPÆL
22. apr 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Kappingin um løgmanssteypið byrjar í kvøld

Í fyrsta umfari í ársins steypakapping skal KÍ á vitjan hjá B36 í Gundadali

Eftir eina góða byrjan uppá landskappingina, har KÍ hevur vunnið allar sínar dystir, skulu klaksvíkingar nú royna seg í steypakappingini. KÍ hevur síðstu árini ikki verið eins úrslitagóðir í steypakappingini, sum teir hava verið í Betri Deildini. KÍ vann steypakappingina í 2016 og vóru síðan í finaluni aftur í fjør, tá Víkingur dró longra stráið.

Sigast má at talan er um stórdyst í fyrsta umfari, har B36 og KÍ møtast. Hetta eru tveir av kandidatunum til at vinna kappingina. Somuleiðis møttust Víkingur og HB í gjárkvøldið, har HB slerdi Víking úr kappingini. Tí verða eftir øllum at døma tveir kandidatar til steypið útslignir í fyrsta umfari.

B36 hevur seinastu árini vunnið kappingina tvær ferðir í ávikavist 2018 og 2021, umframt at luttaka í finaluni í 2017. Eisini hevur B36 fingið eina heilt góða byrjan uppá landskappingina, har teir hava vunnið 4 av 5 dystum. Tí er talan um tvey vælkoyrandi lið, har bara annað liðið kemur víðari í fjóðringsfinalurnar. Lutakastið til fjóðringsfinalurnar verður í kvøld eftir dystin á R1 í Televarpinum.

Dysturin í kvøld skal avgerast. Hetta merkir at um tað stendur á jøvnum eftir 90min, so verður spælt tvær ferðir 15min eyka, um tað framvegis stendur á jøvnum, so verður farið til brotssparkskapping.

Lagt er upp til eitt brak av einum stórdysti í Gundadali í kvøld, sum Eiler Rasmussen bríkslar í gongd kl. 18.00.

Góðan dyst øll somul!