

12. apr 2023
Kærkomin sigur á Argjum
Einki hóvasták tá ið KÍ liðið vann ein tryggan 0-2 sigur ímóti AB.
Eitt KÍ lið, sum hevur vunnið allar sínar dystir, ímóti AB, ið hevur tapt sínar tríggjar dystir, hittust inni í Vika á Argjum. KÍ kom framum tíðliga í dystinum, eftir mál frá Jóannes Kalsø Danielsen. Áðrenn hálvleik skoraði Sivert Gussiås til 0-2 til KÍ.
KÍ hevði fult tamarhald á dystinum, og kundi havt økt til meiri, hóast AB ta einu løtuna hildu seg hava skorað, men Vegard Forren bjargaði á málstrikuni við stórutá.
Sunnudagin er aftur dystur á skránni, tá ið Víkingur kemur á vitjan. Dysturin verður við Djúpumýru kl 15:00.
//mynd: Sverri Egholm, portal.fo