AVSPÆL
11. apr 2023
Súni Clementsen

Upptakt // AB bíðar á Argjum mikukvøldið

KÍ skal á vitjan inni í Vika á Argjum í morgin, í útsetta dystinum frá 2. umfari

Eftir 1-3 útisigurin í Sørvági farna vikuskifti, eru KÍ framvegis oddalið, saman við arvafíggindanum úr HB. Hóast spælið ikki hevur verið av tí allarbesta, men gerst betur so við og við sum leikarirnir fáa dystarvenjing, so kunnu klaksvíkingar gleðast um 9 útav 9 møguligum stigum. Tískil ein góðkend byrjan uppá landskappingina hjá KÍ í ár.

AB byrjaði kappingarárið á Eiði, har EB/Streymur vann dystin 2-0. Síðan fóru argjamenn túrin norð til Fuglafjørð, har útslitið gjørdist neyvt tað sama. Seinast var AB á vitjan í Gundadali, har FM kandidaturin, HB, vann 4-0. Flestu serfrøðingar vænta at AB kemur at kappast umkring niðurflytingarstrikuna, tá kappingin er av.

Nógv verður prátað um lagnudagin á Argjum hin 2. oktober 2016, tá AB vann á KÍ og sendi FM til Víking. Síðan tann dagin hava KÍ og AB leikt 12 dystir millum sín, sum allir eru endaðir við einum KÍ sigri. Málmunurin hesir seinastu 12 dystirnir er 39-5 til KÍ. Sostatt hava AB ikki vunnið sær eittans stig ímóti KÍ síðan lagnudagin í 2016.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, sum Alex Troleis bríkslar í gongd mikudagin 12/4 kl. 17.00.

Góðan dyst øll somul!