AVSPÆL
08. apr 2023
Regin Sivertsen

Ein sigur á fyrsta útivallardystinum

KÍ á ferð í dag. Á Dungasandi bíðaði 07 Vestur – ið hevði fýra stig undan dagsins dysti. Eitt fitt lot lá eftir vøllinum, og tað kundi tykjast at ávirkað spælið.

KÍ legði hart út í undanvindinum. Nógvar støðu sum kundi elva til mál, men KÍ spældi væl – serliga í fyrra hálvleiki, og spældu seg fram til nógvar møguleikar, har tær longu sendingarnar vóru neyvar og smáspælið sat væl í hálvuni hjá heimaliðnum.
 
Árni Frederiksberg legði KÍ á odda, eftir eitt hornaspark úr høgru. Bólturin fór beinleiðis í netið við longru stong. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki gjørdu KÍ eitt mál afturat. Tað kom eftir at René Shaki fekk ein høgan bólt innum 07 Vestur verjuna og fann ein leysan Páll Klettskarð, sum eirindarleysur smekkaði bóltin uppundir nettakið.

Eftir hálvleikin dalaði spælið eitt vet. KÍ kom ikki til eins nógvar málkjansir og 07 vestur løgdu eitt hægri trýst á KÍ liðið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Claes Kronberg tó økja um leiðsluna til 0-3.

07 Vestur svaraði aftur løtu seinni, eftir eitt frísparksmál beint uttanfyri brotssteigin.
 
Trý stig ímóti 07 Vestur, og komandi dystur verður mikukvøldið ímóti AB á Argjum.