AVSPÆL
07. apr 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Ársins fyrsti útidystur

KÍ skal á vitjan á Dungasandi um páskirnar

Nú tveir dystir eru leiktir í landskappingini 2023, eru KÍ og HB einastu lið við fullari úrtøku. Eitt lið er afturat teimum, sum framvegis er ósigrað, tað eru vágamenn.

KÍ hevur við 6 stigum og einari málúrtøku á +7 lagt seg á odda í deildini. Klaksvíkingar vunnu seinast á sundalagsmonnum 1-0. KÍ hevði nógvar málmøguleikar hendan dagin, men tóku ikki av frammanfyri málinum. Stóru tíðindini úr KÍ leguni seinastu vikuna vóru, tá KÍ kunngjørdi landsliðsliðskiparin, Hallur Hansson. Fjepparir mugu tó brynja seg við nakað av toli, tí Hallur verður í fyrsta lagi klárur at spæla í summar, vegna ein knæskaða.

07 Vestur er sum áður nevnt, einasta lið, saman við KÍ og HB, sum enn ikki hevur tapt. 07 Vestur byrjaði kappingarárið á heimavølli ímóti uppflytarinum úr ÍF, hetta endaði við einum teprum 1-0 sigri til heimaliðið. Seinast var tað so toftamenn ið vitjaðu á Dungasandi, hesin dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki. 07 Vestur liggur sostatt nummar 3 í Betri Deildini hjá monnum í løtuni. Vágamenn hava í vetur styrkt seg við millum annað Magnus Holm Jacobsen úr B36 og málrevinum Uros Stojanov.

Hagtølini vísa, at 07 Vestur eru serliga sterkir á heimavølli, tí er lagt er upp til ein spennandi dyst, sum Kári á Høvdanum bríkslar í gongd kl. 17.00 leygardagin.

Góðan dyst og gleðiligar páskir øll somul!