AVSPÆL
01. apr 2023
Regin Sivertsen

Var ongantíð í iva, um at KÍ er rætta liðið.

Hallur Hansson er nýggjur í KÍ, eftir at tað bleiv kunngjørt í gjár, at landsliðsleikarin hevur gjørt trý-ára sáttmála við KÍ. Hallur gleðir seg ómetaliga nógv til at umboða KÍ og er spentur uppá at koma inn í eitt felag, ið hevur stórar ambitiónir.

Eg gleðist um at vera komin heim aftur til Føroya - eftir nógv ár uttanlands. Eg havi altíð hugsað, at eg skuldi koma heim til Føroya at spæla fótbólt aftur, og av tí at eg áður havi havt samband við KÍ – og kenni nógvar av leikarunum, so var lætt at taka avgerð um, at eg skuldi leika við KÍ.

- Eg eri spentur upp á tær avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig á mínari fótbóltsleið, tí KÍ hevur stórar og greiðar málsetningar, og har vil eg eisini vera – í einum umhvørvi har ein allatíðina skal betra seg, og fótbóltsavbjóðingarnar eru góðar.
 
Spurdur, hvussu støðan er við skaðanum, sigur Hallur:

- Eg eri skaddur enn. Tá ið eg fekk skaðan í oktobur, vóru boðini, at eg ikki kundi út á vøllin aftur, fyrr enn 9-12 um mánaðir. Tað hevur gingið fínt við endurvenjingini, eg havi ikki havt nakað afturstig enn, so eg havi eina lítla vón um, at eg kann byrja at fara út á vøllin aftur í síðsta parti av juli. Tí er tað ómetaliga deiligt, at eg kann hugsavna meg um at vera klárur, tí við einum sáttmála uppá trý ár, vísir KÍ mær álit.
 
Mín uppgáva er nú er at koma fyri meg og vera ein partur av liðnum. Eg fari at venja í Klaksvík regluliga, inntil eg eri klárur at venja við á vøllinum. Eg havi onkursvegna notið gott av at havt ein steðg frá fótbólti í eina tíð, men nú gleði eg meg ómetaliga nógv til, at eg kann sleppa at spæla fótbólt aftur.