31. mar 2023
Hallur Hansson verður okkara!
Eftir nógv ár í útlegd kemur Hallur Hansson aftur á klettarnar. Hallur hevur skrivað undir sáttmála við KÍ, ið er galdandi til og við 2025.
Hallur Hansson hevur í nógv ár verið ímyndin av føroyska landsliðnum.
Í Føroyum hevur Hallur umboðað HB og Víking. Uttanlands hevur hann spælt við Aberdeen, Aab, Horsens, Vendsyssel, Vejle og KR Reykjavík.
Nú kemur Hallur heim og hevur valt KÍ sum sítt lið komandi trý árini.
Vit gleðast um at bjóða Halli vælkomnum og eru spent til at síggja Hall í bláa KÍ búnanum.
Samrøða við nýggja KÍ leikaran verður at síggja í morgin.
Koyr á KÍ
//mynd: portal.fo