AVSPÆL
31. mar 2023
Súni Clementsen

Upptakt // EB/Streymur vitjar í Klaksvík

KÍ fær vitjan av EB/Streymi eftir ein langan steðg vegna útsettar dystir og landsdystir

Eftir at 2. og 3. umfar vóru útsett vegna veður, skulu vit aftur á vøllin. Hesaferð í 4. umfari, har mótstøðuliðið er EB/Streymur. Dysturin í 2. umfari ímóti AB er settur at verða 12. apríl. Dysturin í 4. umfari ímóti B68 er settur at verða 26. apríl.

KÍ legði væl frá byrjan í fyrsta umfari, tá Tvøramenn fóru suður við einum 7-1 ósigri. Við sigrinum hevur KÍ lagt seg á odda í deildini við einum +6 málmuni. Stóra evni hendan dagin var okkara 9'ari, Páll A. Klettskarð, sum skoraði heili 4 mál. Hetta hevði við sær, at Páll fyri fyrstu ferð í 6 ár varð úttikin á A-landsliðið.

EB/Streymur byrjaði kappingarárið á Eiði, har AB vitjaði. Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til sundalagsmenn. Flestu serfrøðingar vænta at EB/Streymur kemur at liggja beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, tá kappingin er av. Sundalagsmenn hava styrkt seg, við bæði 1. deildarleikarum aðrastaðni frá og við nýggjum venjara. Navnframi venjarin, Sigfríður Clementsen, er høvuðsvenjari hjá EB/streymi.

Vit skulu aftur til 6. august 2017 fyri at finna seinastu ferð at EB/Streymur hevur vunnið stig ímóti KÍ. Siðan tá hava liðini leikt 16 dystir, sum allir eru endaðir við KÍ sigri. Málmunurin hesir seinastu 16 dystirnir er 51-3 til KÍ. Vit skulu tó 10 ár aftur í tíðina til 2013 fyri at finna seinastu ferð at sundalagsmenn vunnu sær stig í Klaksvík, tá endaði dysturin við javnleiki 3-3.

Har býr tó nógv í unga og svanga EB/Streym hópinum. Hagtølini verða sett til viks, nú ein nýggjur og spennandi dystur skal spælast, sum Alex Troleis bríkslar í gongd kl. 15.00.

Góðan dyst øll somul!