

15. mar 2023
Ghanesiskur styrkur til KÍ
Issah Ahmed Latif hevur gjørt sáttmála við KÍ.
Flytingarvindeygað stongir í dag, og hevur KÍ nú gjørt avtalu við Issah Ahmed Latif. Hann kann spæla á øllum plássum á vinstru síðu, tað verið seg bakkur ella vongur.
Issah Ahmed Latif verður tó ikki tøkur beinanveg, tá ið loyvini enn ikki eru komin uppá pláss enn.