AVSPÆL
15. mar 2023
Rói Clementsen

Nevndin er nú fullmannað

Á aðalfundinum hjá felagnum var álagt nevndini at finna ein avloysara fyri Jakup Eydnugarð sum ikki tók við afturvali.

Nevndin hevur spurt Sølvu Jansdóttir Joensen og hon hevur játta at taka við vali. Ábyrgdarøkið hjá nýggja nevndarliminum verður felagskapurin, har hon kemur at arbeiða við at byggja brýr ímillum fólki í økinum og felagið.

Ein týðandi partur verður eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum sum kunnu økja um áhugan fyri KÍ ímillum fjepparar og lokalsamfelagið.

Vit ynskja Sølvu hjartaliga vælkomna í nevndina og bestu ynskir við arbeiðinum.