AVSPÆL
12. mar 2023
Sølvá Joensen

Venjing fyri børn 4-6 ár

Bóltur & Rørsla

So rullar bólturin skjótt aftur, eisini hjá teimum allar minstu.

29.mars byrjar BÓLTUR & RØRSLA, hesaferð fyri árg. 2017-2018-2019.

Venjingin verður eins og í fjørð MIKUDAG kl 16.20 saman við einum vaksnum.

Limagjaldið verður í ár 400kr pr/barn.
Við gjaldinum er ein KÍ t-shirt og bóltur, ið barnið skal hava við til hvørja venjing.
Limagjaldið er gjørt so bíligt sum til ber, og tí er systkna avsláttur ikki galdandi fyri BÓLTUR & RØRSLA.

Vit hava gjørt tað soleiðis at tit sum ætla tykkum uppí melda tykkum til og gjalda beinanvegin her umvegis leinkjuna ????????
https://forms.gle/7dLr2znHcdfk4tqZ7

Les hvat tit skulu fylla út og flyt peningin, og so er klárt at byrja 29.mars.

Síðsta freist at melda til um man skal hava bólt og t-shit til fyrstu venjing er týsdagin 14.mars kl 12.00 (til ber eisini at melda til leypandi)!

Venjarar eru Sølvá J. Joensen og Elsba J. Lervig.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.

Spreiði endiliga boðini víðari til øll tit halda tíma at koma at venja við.

Koyr á KÍ!