AVSPÆL
05. mar 2023
Regin Sivertsen

Sannførandi sigur í fyrsta umfari

Tvøramenn komu norð til Klaksvíkar í dag, til at leika fyrsta umfar í landskappingini. Teirra fyrsti dystur í betrideildini, eftir at hava verið og vent í 1. Deild.

Til fyrsta bríksl veðrið framúr, stilli men kalt. Nýggir á KÍ liðnum, ímun til undanfarna kappingarár, vóru Markus Petterson og Luc Kassi, ið vóru við frá byrjan. KÍ var við yvirlutan allan dystin.
 
Páll A. Klettskarð skoraði fyrsta málið, eftir eitt frálíkt innlegg frá Jákupi B. Andreasen. Frammanundan hevði KÍ havt fleiri atsøknir á málið, men neyðuga hepni og annars góðar bjargingar frá TB monnum, hildu TB okkum frá at skora mál.
 
Málini til tvey- og trý null mintust nógv um hvørt annað. Luc Kassi, sum hevur víst sítt máltev, skoraði til 2-0 har hann setti bóltin hegnisliga í netið. René skoraði til 3-0, somuleiðis eftir frálíkt uppspæl, og so varð hálvleikur.

Í seinasta landskappingardystinum í fjør, skoraði Páll A. Klettskarð fimm mál. Í dag bleiv tað til fýra mál til toppskjúttan í KÍ. Og eftir eitt sjálvmál kundu vit sanna, at byrjanin til landskappingina gav okkum trý stig, og sjey mál. John Villi Wøldike skoraði málið fyri TB.

Komandi dystur verður á Argjum 12 mars, har AB tekur ímóti okkum.
 
Takk fyri stuðulin í dag og koyr á KÍ!

 

//Mynd: Nordlysid.fo