AVSPÆL
04. mar 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Landskappingin verður skotin í gongd við Djúpumýru

Í ársins fyrsta dysti í Betri deildini hjá monnum, vitjar uppflytarin av Tvøroyri.

Seinast TB vitjaði í Klaksvík var í august 2021, tá KÍ vann heili 7-0.

Í KÍ hópinum er hent nógv í vetur. Vit hava sagt farvæl við stórar persónligheitir, her ímillum høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomassen.

Nýggi maðurin í førarasetrinum er norðmaðurin, Magne Hoseth. Afturat honum hevur KÍ styrkt seg við leikarum, sum vónandi kunnu fylla stóru skógvarnar hjá millum annað Jóannes Bjartalíð og Mathias Rosenørn.

Seinasta vikuskifti spældi KÍ Stórsteypadyst ímóti Víkingi, sum endaði við sigri til KÍ eftir brotssparkskapping. Í fyrra hálvleiki fekk okkara nýggi miðverji, Vegard Forren, beinleiðis reytt kort, sum merkir at hann er leikbannaður til dystin ímóti TB.

Hinvegin vóru fleiri KÍ leikarir skaddir til Stórsteypadystin, sum nú væntast klárir til kappingarbyrjan.

Áskoðarar hava kanska lagt merki til, at KÍ var í nýggjum hami til Stórsteypadystin. KÍ hevur til hetta kappingarárið gjørt avtalu um at vit spæla í Puma búnum. Hesin búnin er nakað ljósari enn vit eru von við, men vónandi kann búnin verða eitt tekin um nýggjar tíðir í KÍ, har vit hava bjóðað nógvum nýggjum fólki vælkomin.

TB hevur í vetur ikki luttikið í venjarakappingini, tí er sera ilt at meta um teirra styrki undan kappingarbyrjan. Vit vita tó at gamli TB kenningurin, Zoran Pavlovic, verður venjari. Sermerkt fyri Zoran er, at hann er pápi til okkara Deni Pavlovic.

Vit vita eisini, at flestu fótbóltsserfrøðingar hava TB sum ein kandidat til niðurflyting.

Lagt er upp til eina spennandi kapping, nú bólturin loksins fer á rull aftur í Betri deildini. Rani A. Skaalum bríkslar fyri fyrstu ferð kl. 15.00.

Góðan dyst øll somul!

 

(Myndina frá Stórsteypadystinum eigur Norðlýsið)