

03. mar 2023
Sivert Gussiås til Klaksvíkar
23 ára gamli áleyparin skiftir frá Sandefjord, sum spældi í bestu norsku deildini í fjør.
Sivert er úr Noregi og er skrásettur fyri 67 dystir og 8 mál í Elituseriuni.
Ungi norðmaðurin er komin til Klaksvíkar og byrjar at venja við alt fyri eitt.
Ein samrøða við Sivert verður at síggja á okkara miðlum seinni í dag.
Vit ynskja Sivert Gussiås hjartaliga vælkomnan til Klaksvíkar og bestu eydnu í KÍ.