AVSPÆL
04. feb 2023
Súni Clementsen

Luc Kassi skrivar undir við KÍ

28 ára gamli miðvallarin skrivar sáttmála fyri 2023.

Luc Kassi hevur í eina tíð royndarvant við KÍ. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at partarnir nú hava undirskrivað avtalu fyri kappingarárið 2023.

Luc Kassi er úr Fílabeinsstrondini, men hevur síðan 2012 búð í Noreg, har hann hevur leikt fyri Stabæk heilt fram til 2022. Tey 10 árini í Stabæk hevur Luc leikt yvir 200 dystir fyri felagið. Stabæk í Noreg er eitt felag sum regluliga er at síggja í norsku Eliteseriuni (besta deildin). Stabæk hevði eitt ynski um at leingja avtaluna við Luc, men her ynskti Luc at royna okkurt nýtt og í tí sambandi stóð KÍ ovast á ynskilistanum. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, kennir Luc frá tíðini í Stabæk, har Magne spældi í 2014.

Luc skal saman við øðrum góðum leikarum, mynda miðvøllin hjá Magne Hoseth og KÍ í ár. Kassi er nú farin til Noregs at pakka og kemur síðan aftur til Klaksvíkar mikudagin.

Vit ynskja Luc Kassi hjartaliga vælkomnan til Klaksvíkar, og allarbestu eydnu í KÍ búnanum!

 

(Myndina eigur Norðlýsið)