Tveir evnaríkir leikarar úr Grønlandi royndarvenja við KÍ
Í hesum døgum hava vit tveir leikarir frá samstarvsfelagnum B67 Nuuk á vitjan.
Talan er um 21 ára gamla Rene Eriksen Petersen (til vinstru) og 22 ára gamla Bastian H Rosing. Teir skulu vera her í 14 dagar, har teir skulu royna seg sum yrkis fótbóltsleikarir. Heima í Grønlandi hava teir serliga spælt nógv futsal, men dáma tó best at spæla ordiligan fótbólt.
Rene bleiv í fjørð summar kosin at vera ársins leikari til Grønlendska meistaraheiti. Báðir leikarir eru offensivir og hava teir í morgun vant fyri fyrstuferð saman við okkara akademistjóra Jonas Nielsen og skulu eftir ætlan venja saman við 1.deild í kvøld og í annaðkvøld. Eisini vera teir við til venjingardystin hjá 1.deild komandi leygardag ímóti Víkingi.
Saman við teimum er næstformaðurin í B67, Kenneth Kleist, ið verður í Klaksvík til og við sunnudagin. Hann brúkar dagarnar at hyggja eftir og læra hvussu vit í KÍ arbeiða við akademinum og fyri at leggja ætlanir um samarbeiði framyvir.