

30. jan 2023
Nevndin hjá KÍ hevur skipa seg.
Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini í kvøld.
Á fundinum varð roknskapurin 2022 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur. Roknskapurin vísti eitt hall á 492.000 kr. sum skyldast høga ferðaútreiðslur til altjóða dystir serliga vegna verkfall hjá SAS.
Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum góðar inntøkur aftur í ár.
Nevndin heldur fram tó uttan Jákup Eydnugarð sum ikki tók við afturval.
- Tummas Lervig, Formaður
- Rúni Heinesen, Næstformaður
- Hilmar Danielsen, Kassameistari
- Rói Clementsen, Samskifti
- Kaj Dam, Betri Menn
- Eyðstein Poulsen, Akademi