AVSPÆL
26. jan 2023
Regin Sivertsen

Nýggjur málverji hevur skrivað undir við KÍ

Markus Olsen Pettersen er nýggjur málverji í KÍ.

Tann seinni málverjin í røðini, eftir at Rói Mørk Hentze eisini hevur valt KÍ. Tískil valdur friður um málmanspostin. Markus Olsen Pettersen hevur spælt regluliga í ungdómslandsliðnum hjá Norra. Hann er uppvoksin í Brann Bergen, og hevur leikt 12 dystir á besta liðnum.

Magne Hoseth sigur við heimasíðuna, at hann er fegin um, at Markus hevur valt KÍ, tí hann passar væl inn í leikskipanina og mátan KÍ vil spæla uppá, og lýsir Markus sum ein dugnaligan málverja, men sum eisini hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík. 

Markus Olsen Pettersen kemur til landið í komandi viku.

Tá ið Magne varð spurdur um vit kunnu vænta meiri leikarar til hópin, svarar hann, at í løtuni eru Luc Kassi til royndarvenjing, ein annar leikari kemur eisini til royndarvenjing í komandi viku. Hóast hópurin er breiður og góður, so hyggja teir allatíð eftir møguleikanum at styrkja um hópin.