

13. jan 2023
Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag 2023
Ársaðalfundurin 2023 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum mánadagin tann 30. januar kl 19:30.
Skrá samb. lóg felagsins.
- Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
- Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.
- Ársfrágreiðing frá formanni.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
- Innkomin mál.
- Valevni til formann, næstformann ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
- Val av nevnd.
- Val av grannskoðara.
- Ymiskt.
Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey ið hava goldið limagjald annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald.
Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldi fyri hvílandi limir er 400 kr. árliga.