AVSPÆL
10. jan 2023
Regin Sivertsen

Rebekka F. Benbakoura til KÍ!

Styrkur til KÍ Kvinnurnar, sum hava fingið ein av evnaríkastu leikarunum í deildini til at røkja tey álopskendu plássini

Til venjingina hjá kvinnunum sást, at eitt kent andlit í føroysku deildini, var við til venjing. Talan er um Rebekku Benbakoura, sum er uppvoksin í HB. 
Rebekka hevur nú gjørt avtalu við KÍ, og skal hon nú umboða okkum komandi kappingarár.

Hjartaliga væl komin, Rebekka