

03. jan 2023
Anders S. Holvad gevst í KÍ
KÍ og Anders S. Holvad hava gjørt av, at enda samstarvið. Anders verður tískil ikki partur av hópinum í ár, hóast sáttmálaskeiði átti at hildið áfram til komandi kappingarár.
Anders kom til KÍ á sumri í fjør, og leikti 20 dystir fyri okkum og skoraði eitt mál. Anders og KÍ eru komnir ásamt um, at ikki halda áfram við samstarvinum til komandi kappingarár - og ynskja vit Anders góða eydnu víðari, og takka fyri tíðina í KÍ.
//mynd: nordlysid.fo