AVSPÆL
20. des 2022
Regin Sivertsen

Venjarar eru settir til akademi'ið

Endiliga kann staðfestast, at venjaratoymið til akademi'ið á dreingjasíðuni er fullmannað.

Kristoffer Kvistgaard, sum verður venjari hjá kvinnunum, kemur eisini at taka sær av U17 dreingjum. Kristoffer hevur UEFA-A venjaraprógv, og kemur at vera høvuðsvenjari hjá U17 dreingjum.

Tískil eru allar dreingjadeildirnar mannaðar við venjarum, tá vit áður hava sett Ansgar Víkará (U11), Sámal Sørensen (U13), Meinhardt Joensen (U15) og nú Kristoffer Kvistgaard (U17) til at vera høvuðsvenjarar til komandi kappingarár.