AVSPÆL
19. des 2022
Regin Sivertsen

Sjúrður Jacobsen heldur fram

Komandi kappingarár verður Sjúrður eisini partur av venjaratoyminum, og verður hetta hansara fjórða ár sum hjálparvenjari hjá besta liðnum.

Sjúrður kom til KÍ í 2020, og hevur hann verið felagnum ein sannur fongur. Komandi kappingarár verður hann undir liðini á Magna Hoseth.

Við hesum er venjaratoymið komið uppá pláss, og fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru av álvara farnar í gongd. Sjúrður og Daniel Berg Hestad koma at vera hjálparvenjarar hjá Magna Hoseth. Geza Turi verður málmansvenjari.