AVSPÆL
19. des 2022
Regin Sivertsen

Deni Pavlovic leingir við KÍ!

Serbin, sum kom til KÍ í 2018, hevur longt sáttmálan til 2025!

Vit frøast um at kunna kunngera, at Deni hevur longt sín sáttmála við okkum. Deni hevur leikt 129 dystir, og skorað 16 mál. Upprunaliga kom Deni til KÍ sum miðverji, men hevur víst víst at hann kann leika á fleiri plássum - og hevur hann fyri tað mesta røkt plássið á miðvøllinum seinastu tíðina.