AVSPÆL
13. des 2022
Regin Sivertsen

Daniel Berg Hestad nýggjur í venjaratoyminum

KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til komandi kappingarár.

Fleiri munnu nokk kenna Daniel Berg Hestad, sum eins og høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, hevur gjørt um seg í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 516 dystir fyri Molde, og var í tveimum kappingarárum í SC Heerenveen. Eisini hevur hann umboða norska A-landsliðið 8 ferðir.

Síðani 2017 hevur Daniel verið knýttur at venjaratoyminum í Molde, har hann hevur røkt uppgávuna sum U19 og venjari hjá reservunum.

Umframt at vera hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá okkum, kemur Daniel at hava ábyrgdina av 1. Deildarliðnum og í talentmenningini í KÍ akademinum.