

09. des 2022
KÍ handilin er opin í morgin
Í morgin, leygardagin 10. desember, er KÍ handilin opin, har høvið er at keypa KÍ lutir.
KÍ handilin, sum heldur til í glasstovuni í Bláa skýlinum, er opin millum kl. 14 - 17 í morgin, leygardagin.
Nýggju FM blusurnar 2022 eru at fáa í øllum støddum. Eisini eru vælumtóktu KÍ krússini ein góð jólagáva til KÍ fjepparan.
Hetta og mong onnur jólagávuhugskot eru at fáa í KÍ handlinum.
Verið vælkomin!
(Myndina hevur Sverri Egholm, Portalurin, tikið)