

24. nov 2022
Framtíðin er blá
Fimm ungir evnaríkir spælarar ætla framhaldandi at menna seg á meistaraliðnum.
Símun Kalsø, Silas Ó. Gaard, Tóki á Lógv, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Olaf K. Hansen eru allir klárir at tørna út í kongabláum, tá nýggi venjarin Magne Hoseth fer undir fyrireikingarnar í januar.
KÍ hevur hollar stuðlar víða hvar. Hesa ferð eru tað KÍ-STUÐLAR TÓRSHAVN, sum leggja rygg til nýggju sáttmálarnar. KÍ takkar fjepparunum í høvuðstaðnum hjartaliga fyri stuðulin, og vit ynskja ungu monnunum til lukku og góða eydnu komandi kappingarár.