AVSPÆL
25. nov 2022
Regin Sivertsen

KÍ fer at spæla í Hummel

Nýggj klædnaavtala er gjørd við Sport24 í Klaksvík, sum kemur í gildi 1. januar 2023.

KÍ skiftir klædnamerki frá Adidas til Hummel longu frá komandi kappingarári. Avtalan er galdandi fyri alt felagið.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at alt felagið fær góðar karmar. Avtalan inniber, at Sport24 í Klaksvík stuðlar KÍ við klæðum og ítróttarútgerð, sum skal stimbra góðar venjingar hjá Betri monnum, kvinnum og sjálvsagt akademinum.

Hummel, ið hevur høvuðsskrivstovu í Århus, passar væl til okkara og møguleikarnir eru nógvir, sigur Rói Clementsen, ið er nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Samstarvið við Hummel og Sport24 fer at geva okkum møguleika at framleiða enn fleiri vørur til okkara íðkandi og fjepparar.

KÍ handilin verður útbygdur við alskyns nýggjum vørum og klæðum. Tað verður eitt nú møguligt at keypa eina leikarablusu við Djúpumýru á dystardegnum.

Vit vilja somuleiðis takka Thomas Dam Intersport fyri samstarvið tey seinastu mongu árini.