

23. nov 2022
Jóannes Bjartalíð skiftir til norskan fótbólt
Tað hevur ligið leingi í luftini, at Jóannes fór uttanlands at royna seg - í dag bleiv hetta almannakunngjørt
Jóannes Bjartalíð skiftir til næstbestu deildina í Norra, har hann hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við Fredrikstad.
Jóannes fekk sínar fyrstu minuttir í landskappingini í 2015 og hevur síðani leikt 252 dystir fyri KÍ og skorað 120 mál.
KÍ takkar Jóannesi fyri tíðina, og ynskir honum alt tað besta í nýggja felagnum.