AVSPÆL
21. nov 2022
Regin Sivertsen

Magne Hoseth nýggjur venjari í KÍ

KÍ hevur kunngjørt nýggjan venjara


Nýggjur venjari er settur at leiða okkara flaggskip. Talan er um fyrrverandi norskan landsliðsleikara, sum er farin venjaraleiðina, og komandi árið skal Magne Hoseth, leiða okkara lið.

Magne Hoseth er helst best kendur í Føroyum sum fyrrverandi leikari í feløgum sum FCK og Molde. Magne hevur leikt saman við nøkrum fyrrverandi KÍ leikarum, nevniliga Toda Jónsson og Magnus Stamnestrø – og eisini hevur havt samstarv við Kurt Mørkøre í Kristiansund. Magne hevur áður leikt ímóti KÍ, tá ið Molde og KÍ hittust í UEFA CUP í 2003.

Magne gavst at leika fótbólt í 2018, og hevur síðani starvast sum hjálparvenjari hjá besta liðnum í Kristiansund.

Við KÍ heimasíðuna sigur Magne, at hann er spentur upp á nýggju avbjóðingina, har hann skal standa á odda fyri besta liðnum hjá KÍ.

Vit gleða okkum at hitta Magna og ynskja honum blíðan byr við nýggju og spennandi avbjóðingini.

Sí samrøðu við venjaran HER.