AVSPÆL
25. okt 2022
Regin Sivertsen

Upphiting til steypafinalurnar

Fyrireikingarnar hjá Kí fjepparum eru í hæddini - í mikudagin fara vit at hittast!

Mikudagin byrjar upphitingin av álvara, ung sum gomul eru vælkomin í bláustovu, ið er á norðara enda í Kí høllini, har vit fara at rigga til steypafinalurnar, ið verða leiktar leygardagin.

Okkurt søtt verður at fáa, og vóna vit at síggja nógvar spentar KÍ fjepparar.

 

Koyr á KÍ