AVSPÆL
24. okt 2022
Regin Sivertsen

Fleiri ungdómsvenjarar settir fyri komandi ár

Akademiið hjá KÍ brynjar seg til komandi kappingarár, fyrireikingarnar eru í gongd, og eru fleiri venjarar settir.

Jonas Nizze Nielsen, høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum, boðar frá, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru farnar í gongd, og hevur KÍ sett nøvn á fleiri av venjarunum til dreingjadeildina.

Meinhardt Pállsson Joensen gerst høvuðsvenjari fyri dreingir U15, saman við sær hevur hann tveir garvaðir harrar, Jan Andreasen og Anfinn Isaksen eru eisini knýttir at U15 til komandi kappingarár.

Sámal Sørensen heldur áfram sum høvuðsvenjari fyri U13 - millum annað koma nakrir U17 leikarar, Rani Josephsen, Andrias Sørensen og Jákup Olsen at ganga Sámali til handa.

Í U11 verður ein lítil broyting. Høvuðsvenjari verður Ansgar Víkará sum tekur yvir eftir Arnhold Jensen - tó heldur Arnhold áfram at hjálpa til í hesum árganginum - og verður partur av toyminum rundanum.

Ungdómsliðini hava eina lítla feriu eftir seinasta leikdag, men U11 og U13 byrja aftur at venja í hesari vikuni, og U15 byrjar í komandi viku.

 

// Á myndini eru: Ansgar Víkará, Meinhardt P. Joensen og Sámal Sørensen