AVSPÆL
18. okt 2022
Rói Clementsen

Ársins fótbóltsveitsla verður leygarkvøldið

Klaksvíkar ítróttarfelag skipar aftur fyri ársveitslu eftir trý ára steðg. Veitslan verður í Badmintonhøllini leygarkvøldið 22. oktober kl. 19.00, og fyrireikingarnar til veitsluna eru í hæddini.

KÍ hevur ikki hildið ársveitslu síðan 2019, og tí spílar felagið seg veruliga út við eini rimmar veitslu í ár.

Leygarkvøldið kl. 19.00 lata vit dyrnar í Badmintonhøllini upp fyri glaðum fólki í veitsluhýri, har klaksvíkingur í útlegd seinastu 25 árini er vertur. Kári Sólstein býður vælkomin og leiðir borðhaldið, meðan Árni Müller og hansara Gepetto manning borðreiða við leskiligari matskrá við trimum rættum.

Undir borðhaldinum verða gestarøðari og undirhald, eins og ársins leikarar hjá kvinnum og monnum skulu kjósast og heiðrast.

Tá ið øll eru mett og vælsett, ræður um at finna dansiskógvarnar fram, tí tá taka Rani Nolsøe Band og DJ-Cool yvir og seta lív í dansigólvið.

Vit gleða okkum til at halda eina ordans FM-veitslu, har vit saman við glaðum KÍ-arum hátíðarhalda okkara góðu úrslit og avrik fyri fyrstu ferð í trý ár.

Freistin at keypa atgongumerki er mikukvøldið á midnátt. Atgongumerki kunnu keypast HER.