

17. okt 2022
U21 liðið hjá KÍ gjørdist Føroyameistari í kvøld
5 lið hava kappast í u21 a-bólkinum um FM í ár. Undan síðsta leikumfari var NSÍ á odda í kappingini við 17 stigum, og KÍ var á øðrum plássi við 15 stigum.
Tí var lagt upp til eina sanna FM-finalu í kvøld, tá NSÍ tók ímóti KÍ við Løkin. Dysturin endaði við 1-0 sigri til KÍ. Málið skoraði Símun Kalsø í seinna hálvleiki. Við hesum sigrinum tryggaði KÍ sær Føroyameistaraheitið á ársins seinasta leikdegi. Venjari hjá u21 er Regin Høgnesen.
Vit ynskja KÍ u21 hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitinum.
Koyr á KÍ!
Myndir: Eyðbjørn Jacobsen