AVSPÆL
14. okt 2022
Regin Sivertsen

U17: Vinnarin fær gullið

Stórdystur á skránni leygardagin kl. 16:30, har KÍ tekur ímóti B36.

Leygardagin verður ein spennandi dystur við Djúpumýrar. Serstakt fyri dystin er, at tað liðið sum stendur eftir við trimum stigum verður kosin Føroyameistari. Ein javnleikur ber við sær, at B36 endar frammanfyri KÍ vegna málúrtøkuna, men tað er ikki vist at ein javnleikur er nokk fyri B36, tí beint í hølunum á KÍ og B36 liggur 07 Vestur, við einum stigið minni, og kann við sigri NSÍ eisini strúka avstað við gullinum, um KÍ og B36 spæla javnleik.  Venjari hjá

U17 liðnum hjá KÍ, er Agnar Prestá, hann sigur við KÍ heimasíðuna, at tað hevur verið ein spennandi og jøvn kapping, sum stigatalvan eisini vísir, og sigur at hendan U17 kappingin hevur verið merkt av, at øll lið hava kunna tikið stig frá hvørjum øðrum, og nógvir tættir dystir.  

Eisini sigur hann víðari at hópurin er spentur til ein slíkan dyst, har tað sermerkta er, at hetta er ein rein FM finala. Agnar rósar leikarunum fyri ta framgongd sum leikararnir hava víst, ikki bara fyri hetta kappingarárið, men eisini frá teir vóru yngri, tí árgangirnir hava verið smalir - og tí er hetta eitt tekin um stóra framgongd hjá hesum leikarunum. Týsdagin spældu vit ein góðan dyst ímóti 07 Vestur, sum setti okkum í hesa støðuna, har vit kunnu avgera tað sjálvir, og við einum líknandi avrikið og úttrykkið leygardagin, so kunnu vit geva B36 skarpan gang. Vónandi koma nógvir fjepparar at stuðla okkara U17 liðið.