AVSPÆL
07. okt 2022
Rói Clementsen

KÍ veitslan 2022

22. oktober skal gylta árið hjá KÍ hátíðarhaldast, og tá skipar KÍ fyri stórslignari gullveitslu í Badmintonhøllini

Seinastu árini hevur KÍ ikki kunnað hátíðarhildið avrik og sigrar, tí korona hevur forðað fyri veitslunum. Men nú skal tað vera.

Leygarkvøldið 22. oktober spíla vit okkum út og gera nógv burtur úr góða árinum hjá bæði kvinnum og monnum. Klokkan 14.00 tann dagin tekur KÍ í móti Skála á grøna undirlagnum við Djúpumýru, har steyp og heiðursmerki verða handað eftir dystin. Klokkan 19.00 lata vit dyrnar upp í Badmintonhøllini, har vit halda gullveitslu og hátíðarhalda allar sigrarnar, sum KÍ hevur vunnið síðan seinastu veitsluna, sum var í 2019. Hetta verður gjørt við góðum mati, undirhaldi og dansi.

Atgongumerki til veitsluna eru til sølu á atgongumerki.fo, og tey kosta 495 krónur umframt ómaksgjald.

Freistin at keypa er mikudagin á miðnátt.

Keyp atgongumerki við at trýsta HER.