AVSPÆL
05. okt 2022
Regin Sivertsen

Vit eru í steypafinaluni!

Eftir seks ár, er tað endiliga aftur okkara túrur at vera í finaluni um løgmanssteypið.

Vit minnast øll tann fantastiska dagin í 2016, tá vit vunnu steypakappingina. Dagurin sum hevur víst seg at vera ein sannur KÍ dagur, har vit hittust við Spinnaríið, gingu skrúvgongu norð á Kósina, og síðani við Smyrli til Havnar. Havnin var blá, og vit fóru norð aftur við steypinum - og harvið tryggjaðu okkum eisini luttøku til Europa League, sum KÍ ikki hevði luttikið í, í góð tíggju ár.

Eftir dystin í dag, er tað so veruleiki aftur. Dysturin var sermerktur av, at stór áskoðarafjøld var møtt upp, og útiáskoðarnir høvdu veruliga brynja seg til dyst - hetta er helst fyrsta ferðin at vit hava upplivað tílíkan uppbakning til eitt útivallarlið við Djúpumýru. 

Dysturin í kvøld var eisini tann best leikti dysturin síðan summarsteðgin. KÍ leikarnir løgdu væl út, og spenti álopsbogan frá fyrsta bríksl. Mangar vóru støðurnar, og tá Jóannes Bjartalíð so skoraði til 1-0, var eingin ivi um, at KÍ ætlaði sær meiri. 
René Shaki skoraði til 2-0, eftir at hann var komin í góða støðu í 16 metrinum, og eftir hetta, skoraðu Jákup Andreasen og Páll Klettskarð.

Takk fyri frálíkt undirhald í kvøld. Sunnudagin kemur HB á vitjan, og vóna vit at síggja nógv bláklødd til dystin.

Koyr á KÍ

 

//mynd: Álvur Haraldsen