AVSPÆL
27. sep 2022
Nevndin

KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá høvuðsvenjaranum

Nevndin í felagnum harmast um støðuna, sum høvuðsvenjarin er komin sær í og tekur frástøðu frá atburðinum.

Atburðurin er ikki í samljóði við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi.

Vit hava fingið váttað, at Mikkjal Thomassen eftir hendingina hevur vent sær til teirra, sum hann hevur gingið ov nær og hevur biðið um umbering fyri sín atburð. Hesum hevur nevndin í KÍ virðing fyri.

Høvuðsvenjarin og vit hava nú í skjótt átta ár verið í góðum og mennandi samstarvi, sum á mongum økjum hevur lyft KÍ upp á heimliga fótbóltstindin. Hesi árini hava givið okkum, viðhaldsfólki, hjálparfólki og stuðlum mangar ógloymandi upplivingar.

Við hesum vil nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hervið boða frá, at nevndin ynskir at arbeiða fyri, at tað góða og mennandi arbeiðið saman við høvuðsvenjaranum, Mikkjal K. Thomassen kann halda fram, og vilja vit geva honum okkara fulla stuðul í komandi avbjóðingum.